Mexico slær óhugnaligt met við 35.000 morðum

Í miðal vórðu 95 fólk dripin um dagin í Mexico í fjør. Tað er methøgt.

Talið av morðum í Mexico hevur ligið høgt síðani 2006, tá herurin fór í hernað ímóti landsins narkokartellum. - Foto: Stringer/Reuters

Talið av morðum í Mexico hevur ligið høgt síðani 2006, tá herurin fór í hernað ímóti landsins narkokartellum. - Foto: Stringer/Reuters

Í 2019 vórðu 34.582 fólk dripin í Mexico. Tað er hægsta tal, síðani myndugleikarnir fóru at gera eina samlaða uppgerð í 1997.

Tey flestu vórðu dripin í juni, tá sløk 3.000 morð vórðu framd.

Tað vísa almennu hagtølini, sum vórðu almannakunngjørd í gjár. Í miðal 95 fólk dripin um dagin í Mexico í fjør.

Drápstalið fyri 2019 er harvið hækkað við 2,5 prosentum.

Tað sæst ikki í tølunum, hvussu nógv av málunum vórðu knýtt at skipaðum brotsmannaverkum. Vinstrasinnaði mexicanski forsetin, Lopez Obrador, sum varð valdur í 2018, stríðist fyri at tøla kriminalitetinum, sum í stóran mun er knýttur at narkokartellunum í Mexico.

Hann varð í stóran mun valdur, tí hann hevði ætlanir jm at stríðst ímóti mongu drápunum, men hóast fleiri handtøkur, so er tað iukki eydnast.

Talið av dripnum í Mexico hevur verið høgt síðani 2006, tá tann táverandi forsetin, Felipe Calderon, fór í hernað ímóti landsins narkokartellum.

Tað fekk talið av dripnum at eksplodera. Síðani tá eru næstan 275.000 fólk dripin. 30.000 hvorvin sporleyst.

Mexicansk narkokartell tjena millum 120 og 190 milliardir krónur árliga upp á narkosølu í USA.

/ritzau/AFP

Talið av morðum í Mexico hevur ligið høgt síðani 2006, tá herurin fór í hernað ímóti landsins narkokartellum. - Foto: Stringer/Reuters