Michigan váttar sigurin hjá Joe Biden í statinum

Royndirnar hjá Donald Trump at fáa broytt valúrslitið í Michigan er avvíst. Staturin váttar nú sigurin til Biden.

Valmyndugleikin í Michigan hevur nú góðkent demokratin Joe Biden sum vinnara á forsetavalinum í Michigan 3. november.

Tað skrivar Reuters.

Donald Trump, forseti, hevur roynt at fáa umgjørt valúrslitið í Michigan, meðan State Board of Canvassers í Michigan, sum ger av møgulig stríðsmal við valinuk, hevur í dag góðkent valúrslitið. Tað hendi eftir atkvøðugreiðslu millum teir fýra limirnar, sum eru tveir demokratar og tveir republikanarar.

Biden vann í Michigan við 157.000 atkvøðum fleiri enn Trump, men kortini royndi Trump at taka sigurin frá Biden.

Fríggjadagin hitti Trump republikanskar leiðarar úr Michigan í Hvítu Húsunum. Sambært keldum, sum kenna til tað, sum fór fram á fundinum, var endamálið at fáa teir bæði tey kømrini í statinum, sum eru undir republikanskari leiðslu, at kolldøma valsigurin hjá Biden.

Men tað eyndaðist ikki. Sambært serfrøðingum hevði tað verið uttan fordømi, um ein forseti á henda hátt hevði fingið ógilda ein so greiðan sigur, sum tann hjá Biden í Michigan.

Donald Trump roynir eisini at sáa iva um valúrslitini í øðrum svingstatum, sum vóru við til at tryggja Joe Biden endaliga sigurin á forsetavalinum.

Men higartil hevur tað ikki eydnast Trump at fáa broytt nakað valúrslit í hesum statum.

/ritzau/