Miðil: Drotningin slær Harry og Meghan við jarnneva

Aftursvarini drynja, eftir at bretska kongshúsið tók titlar og stuðul hjá Harry prinsi og Meghan.

Bretski Harry prinstur og hertúginda Meghan fara frá í vár at missa apanasju sína og kongaligu titlar, upplýsti kongshúsið í gjárkvøldið.

Ta avgerðina tulka fleiri bretskir miðlar sum eina harða revsing frá Elisabeth drotning til Harry prins og Megha, sum í síðstu viku skrivaðu á Instagram, at tey vildu hava eitt meira sjálvstøðugt lív.

– Drotningin hevur latið seg í jarnnevan, sigur Alastair Bruce, viðmerkjari hjá Sky News, sambært tíðindastovuni AFP.

– Farið ikki skeiv. Fráboðanin í gjár umboðar harðast Megxit yvirhøvur, skrivar leiðarin í Daily Telegraph.

Eisini tann viðhvørt so mótstríðandi sjónvarpsverturin Piers Morgan hevur gjørt sínar viðmerkingar.

– Meghan og Harry hava alla køkuna, men drotningin tók kakuna aftur í kongaliga køkin, skrivar Piers Morgan á Twitter.

Parið fer nú at búgva eins nógv í Norðuramerika sum í Bretlandi, hava tey fyrr upplýst.

Buckingham Palace, sum er býlið hjá bretska monarkinum í London, vildi ikki gera viðmerkigna, hvør sum skal gjalda fyri trygdarfólkini hjá Harry og Meghan, tá tey mista aparnasju sína. Ein spurningur sum eisini hevur ført til stórt alment kjak í bretskum miðlum.

Í heila tikið eru enn fleiri ósvaraðir spurningar í sambandi við avgerðina. Tað er heldur ikki upplýst, um parið kann fáa fíggjarligan vinning burturúr.

Harry og Meghan hava millum annað víst á ógvuslaga almenna áhugan og við hvørt kritisku tilgongdina sum orsøk til, at tey ikki ynskja at verða týðandi partur av kongshúskinum.

Sum partur av avtaluni um at taka seg aftur skulu Harry og Meghan eisin gjalda pengar aftur, sum tey hava fingið til renovering av heimi teirra, Frogmore við Windsor. Tað snýr seg um 2,4 milliónir pund, sum skattgjaldararnir hava goldið, sum svarar til yvir 20 milliónir krónur.

 

/ritzau/