Miðlar: Boris Johnson ætlar at senda tingið heim

Um tjóðartingið verður sent heim, kann tað verða trupult hjá tinginum at forða brexit uttan avtalu við ES.

Forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, ætlar sær til Elisabeth drotning at biða hana senda bretska tingið heim.

Tað skriva fleiri bretskir miðlar, teirra millum BBC, frá ónevndum keldum.

Um tingið verður sent heim, verður tað trupult hjá bretskum tingfólkum at samtykkja lógir, sum kunnu forða ætlanunum hjá Boris Johnson um at fara úr ES uttan avtalu, skrivar BBC.

Við bretskar miðlar hava keldur, sum eru høgt upp í skipanini í embætisbústaðnum í Downing Street 10, sagt, at »nú eru stundir til, at ein nýggj stjórn og nýggjur forsætisráðharri gera eina ætlan fyri landið, eftir at vit fara úr ES«.

Tað hava fyrr verið gitingar um, at Boris Johnson kanska vildi nýta møguleikan fyri at senda tingið heim, men tað verður hildið at vera eitt umstrítt stig.

Tey sum eru í móti halda, at tað í veruleikanum setir fólkaræðið úr gildi og tekur fólkaræðisliga leiklutin frá tingfólkum í brexittilgongdini.

Bretsk tingfólk hava fyrr atkvøtt fyri,at Bretland ikki má fara úr ES uttan eina avtalu.

Hvør grundgevingin í tøkiliga er fyri, at forsætisráðharrin eftir øllum at døma vil senda tingið heim, er tó óviss.

 

/ritzau/