Miðlar: Sera javnt val í Ísrael

Jerusalem: Ísraelskir miðlar skrva, at nú næstan allar atkvøðurnar eru taldar er sera javnt millum teir stóru flokkarnar.

Benjamin Netanyahu og konan Sara, tá tey greiddu atkvøðu týsdagin. (Mynd: Heidi Levine / POOL / AFP)

Benjamin Netanyahu og konan Sara, tá tey greiddu atkvøðu týsdagin. (Mynd: Heidi Levine / POOL / AFP)

Ymsir ísraelskir miðlar skriva, at bæði Likud hjá Benjamin Netanyahu og Bláu og Hvítu hjá Benny Gantz standa til at fáa 32 sessir í part í tjóðartinginum, sum tilsamans hevur 120 sessir.

Hetta verður staðfest, tá 90 prosent av atkvøðunum eru taldar.

Fyribilsúrslitið gevur onga greiða ábending um, hvør samgonga kann skipast. Tað ger tað so alsamt meira sannlíkt, at teir báðir stóru flokkarnir fara at samráðast um at skipa stjórn.

Felagslistin, sum fyri tað mesta er arabiskur, stendur til at gerast triði størstu flokkurin við 12 sessum.

 

/ritzau/AFP

 

 

 

Benjamin Netanyahu og konan Sara, tá tey greiddu atkvøðu týsdagin. (Mynd: Heidi Levine / POOL / AFP)