Mike Pompeo avlýsir seinastu evropaferð

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur avlýst ferð sína til Evropa. (Arkivfoto) - Foto: Pool/Reuters

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur avlýst ferð sína til Evropa. (Arkivfoto) - Foto: Pool/Reuters

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur avlýst sína seinastu vitjan í Evropa sum uttanríkisráðharri í USA.

Sambært uttanríkisráðnum verður tað gjørt fyri at tryggja best møguliga innsetanina av Joe Biden sum forseta í USA. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Upprunaliga ætlanin var, at uttanríkisráðharrin skuldi flúgva til Evropa týsdagin á eina tveir daga vitjan.

Men í staðin verður Mike Pompeo verandi í Washington, har hann skal vera við til at tryggja skiftið til eina nýggja stjórn, verður sagt úr amerikanska uttanríkisráðnum.

Eisini Kelly Craft, sum er amerikanskt ST sendifólk, hevur avlýst planlgada ferð til Taiwan. Hon skuldi annars byrja í dag.

Ein talsmaður hevur sagt, at avlýsingin av vitjanin hjá Craft somuleiðis er fyri at tryggja eina virðiliga innsetan av nýggjum forseta.

Avlýsingarnar koma í eini tíð við politiskari órógv í USA. Eftir ófriðin í Washington D. C., tá mótmælisfólk lupu á Kongressina, hava verið harðligar atfinningar ímóti Donald Trump, forseta.

Frá ymsum síðum er funnist at forsetanum fyri at hava eggjað til uppreistur, sum endaði við at kosta mannalív.

Eftir hendingarnar hava Demokratarnir viljað sett í verk eitt ríkisrættarmál ímóti forsetanum.

/ritzau/

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur avlýst ferð sína til Evropa. (Arkivfoto) - Foto: Pool/Reuters