Minst 20 deyð í uppreistri í New Delhi

Talið av deyðum eftir uppreistur í fleiri dagar í New Delhi í India er farið upp um 20, upplýsa sjúkrahúskeldur í dag.

Ein kvinna tosar við ein løgreglumann undir mótmælum í uppreistrarrakta økinum í New Delhi. - Foto: Danish Siddiqui/Reuters

Ein kvinna tosar við ein løgreglumann undir mótmælum í uppreistrarrakta økinum í New Delhi. - Foto: Danish Siddiqui/Reuters

189 fólk eru særd. Sambært einum embætismanni á einum sjúkrahúsi er støðan hjá 15 teirra ring, skrivar tíðindastovan Reuters.

Løgreglan hevur brúkt táragass og roykgranatir ímóti uppreistrarfólki, sum kastar við gróti.

Vitni siga eisini, at í dag varð eldur ásettur og skot vórðu latin av.

Ovasti ráðharrin fyri New Delhi, Arvind Kejriwal, setti í dag útgonguforboð í gildi.

Stríðið botnar í uppreistri ímóti eini nýggjari lóg í India. Hon fer at gera tað lættari hjá ikki-muslimum úr muslimskum grannalondum at fáa ríkisborgaraskap í India.

/ritzau/AFP

 

Ein kvinna tosar við ein løgreglumann undir mótmælum í uppreistrarrakta økinum í New Delhi. - Foto: Danish Siddiqui/Reuters