Minst seks fólk deyð av hitabylgju

Hitabylgjan í USA hevur kravt fleiri mannalív

Eystari partur av USA er raktur av hitabylgju, og summa staðni hevur hitin verið um 40 stig.

Stórbýir sum New York, Washington, Philadelphia og aðrir hava mest sum verið í undantaksstøðu, og nógv almenn tiltøk eru avlýst, tí ráðiligt er ikki at savna fólk uttandura í nógva hitanum.

CBS skrivar, at umleið 150 milliónir fólk eru rakt av hitabylgjuni, og ráðini frá myndugleikunum eru, at fólk halda seg sum mest innandura, og at ansað verður eftir teimum eldru og teimum veiku. CBS veit at siga, at minst seks fólk eru higartil deyð orsaka av nógva hitanum. Vandi er fyri, at fleiri kunnu doyggja. Ein av teimum deyðu er Mitch Petrus, sum er fyrrverandi amerikanskur fótbóltsspælari. Hann doyði av hitaslagi uttan fyri handilin hjá familjuni.