Mistanki um russiska íblanding í bretska valið

Skjøl, sum eru likin í bretska valstríðnum um millum anna handil millum USA og Bretland, kunnu vera ein partur av russiskari miskunningarherferð.

Mynd: Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson og jólamaðurin (Mynd: REUTERS/Toby Melville/Pool)

Mynd: Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson og jólamaðurin (Mynd: REUTERS/Toby Melville/Pool)

Andstøðuflokkurin Labour boðaði 27. november frá, at loynilig stemplað skjøl vísa, at stjórnarberandi konservativi flokkurin skuldi havt ætlanir um at seta almenna heilsuverkið, NSH, til sølu undir handilssamráðingum í Washington.

Tíðindastovan Reuters greiddi mánadagin frá, at skjøl eru lagt út online á sama hátt sum tey vóru í russisku ávrikanarherðferðir, sum fyrr í ár eru avdúkaðar.

Hendan atsóknin varð kend undir navninum »Secondari Infektion«, sum sipar til eitt netverk av sosialum miðlakontum í Russlandi.

 

/ritzau/AFP

Mynd: Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson og jólamaðurin (Mynd: REUTERS/Toby Melville/Pool)