Korona-kreppan fer at gera, at grønlendska samfelagið fer at missa umleið 450 miljónir krónur í ferðavinnuinntøkum í ár. Tað sigur ein greining, sum Grønlandsbankin hevur verið partur av.
Grønlandsbankin hevur saman við Copenhagen Economics greinað, hvussu bruttotjóðarúrtøkan verður ávirkað, um korona-kreppan rakar ferðavinnuvertíðina í Grønlandi í ár.
Kreppan kann nevniliga gera, at eingi ferðafólk koma til landið, og at tað heldur ikki verður møguligt at ferðast innanlands í Grønlandi teir næstu fimm mánaðirnar, sum vertíðin fevnir um.
Um hetta verður støðan, verður mett, at inntøkurnar hjá ferðavinnuni í Grønlandi fara at minka við umleið 80 prosentum, og hetta fer í ringast føri at kosta samfelagnum einar 450 miljónir krónur.
- Vit vita ikki, um tað fer at taka einar fimm mánaðir at koma burtur úr kreppuni, men hetta er útgangsstøðið, sum vit hava brúkt í greininigini, sigur stjórin í Grønlandsbankanum, Martin Kviesgaard, við Sermitsiaq.