Morð í Norður- og Latínamerika seta met

Tilsamans 464.000 fólk vórðu myrd í heiminum í 2017.

Tað staðfesti ein ST-frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í gjár.

Lond í Norður- og Latínamerika hava hægstu drápstølini í mun til fólkatalið, meðan Asia hevur tey lægstu.

– Drápslutfallið upp á 17,2 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í Norður-, Mið- og Suðuramerika er tað hægsta, sum er skrásett í økinum, síðani fyrstu álítandi kanningarnar byrjaðu í 1990, stendur í frágreiðingini.

Einasta av hinum økjunum við drápslutfalli hægri enn lutfallið kring heimin í 2017 er Afrka við 13,0.

Til samanberingar er drápslutfallið í Asia, sum hýsir umleið 60 prosentum av heimsins fólki, tað lægsta við 2,3 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Evropa er næst við eini drápslutfalli upp á 3,0

 

/ritzau/AP