Mótmælir ikki at markið verður broytt

– Men fyritøkurnar skulu klára sum mest mest sjálvar, og ikki fáa almennan stuðul fyrrenn eingin annar útvegur er, heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum

Hjálparpakkin, sum nú er til viðgerar í Løgtinginum, er ikki ein íverksetarastuðul. Tað staðfesti Helgi abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú Løgtingið hevur havt orðaskifti um hann.

Hann sigur, at endamálið er at hjálpa teimum fyritøkum, sum hava verið virknar og tær eru býttar sundur í trý.

Er talan um eina gamla fyritøku, verður umsetningurin í øðrum ársfjórðingi í fjør, samanborin við umsetninginum annan ársjórðing í ár. Er talan um eina nýggjari fyritøku, verður umsetingurin tríggjar teir seinastu mánaðirnar samanborin við umsetningin nú, og er talan um eina nýggja fyritøku, verður umsetningurin seinasta mánaðin samanborin við umsetningin nú.

Og er umsetningurin minkaður minst 50 prosent, hava tær rætt til stuðul

Tað hevur verið átalað, at markið er so knívskorið, tí fleiri tingfólk vilja hava eina meiri stigvísa skipan, so at eisini fyritøkur, sum hava mist minni enn 50 prosent, eisini fáa stuðul.

Helgi Abrahamsen sigur, at er politiskur vilji til at broyta tað, fer hann ikki at muta ímóti tí.

Men orsøkin til, at vit settu eitt mark upp á 50 prosent, er, at endamálið er at hjálpa teimum, sum koma heilt illa fyri, tí endamálið er, at fyritøkurnar skulu klára sum mest sjálvar og ikki fáa almennan stuðul tá ið eingin annar útvegur er.

– Men eg skilji trupulleikan og kemur Løgtingið til eina aðra niðurtøðu, taki eg tað til eftirtektar, sigur hann.

– Missur ein fyritøka 49 prosent av umsetninginum, men fer starvsfólkið undir Als, eigur hon at hóra undan hesar næstu mánaðirnar, sigur hann.

Annars sigur hann, at landsstýrið fylgir væl við støðunu, men veruleikin er tann, at eingin hevur ánilsi av, hvussu leingi koronakreppan stendur við, sigur landsstýrismaðurin.

Men hann ger kortini greitt, at varar kreppan við leingi afturat, verður neyðugt við einum hjálparpakka afturat um um ikki so langa tíð.

– Heldur kreppan fram, verður tað ikki leingi, so er tann triði hjálparpakkin á borðinum, sigur Helgi Abrahamsen.