Mótmælisleiðari í Hongkong handtikin dagin fyri merkisdag

Handtøkan av mótmælismanninum Joshua Wong fer fram dagin fyri fimm ára dagin fyri tí, sum skapti Paraplyrørsluna.

Mótmælisleiðarin og aktivisturin Joshua Wong er í dag handtikin í Hongkong.

Tað upplýsir prodemokratiska rørslahansara, Demosistō.

– Aðalskrivari okkara, Joshua Wong, varð handtikin í morgin umleið klokkan 7:30, skrivar Demosistō á Twitter.

 Hann varð við valdi tvungin inn í ein bil á gøtuni á aljósum degi. Advokatar okkara fylgja málinum, skrivar felagsskapurin.

Eisini tveir aðrir kendir aktivistar eru tiknir. Tað eru Agnes Chow, sum eisini er limur í Demosistō, og leiðarin fyri loysingarflokkin, Hong Kong National Party, andy Chan.

Hongkong hevur seinastu tríggjar mánaðirnar verið merkt av politiskari órógv og ógvusligum mótmælisgongum, sum av og á eru endaðar í harðskapi millum politi og mótmælisfólk.

Josha Wong hevur havt ein týðandi leiklut í at eggja til mótstøðu móti bæði einum umstríddum lógaruppskoti, sum var startskotið til mótmælini, og stjórnarleiðaranum Carrie Lam, sum av móstøðufólki verður mett sum forlongdi armu Kina í Hongkong.

Handtøkan av Jshua Wong er framd dagin fyri fimm ára dagin fyri, at Kina tók av rættin frá Hongkong at velja stjórnarleiðara á frælsum vali.

Tað skuldi eftir upprunaligu avtaluni millum Kina og Bretland fara fram fyrstu ferð í 2017.

Men í 2014 tók Kommunistaflokkuin í Kina nýggja støðu. Ein atkvøðugreiðslar var í ordan, men bara um valevnini frammanundan vóru góðkend av stjórnini í Bejing, helt flokkurin. Í staðin var Carrie Lam sett sum stjórnarleiðari.

Tað var hendan avgerðin úr Beijing, sum skapti hópmótmælini í 79 dagar fyri fólkaræði í Hongkong við eyknevninum Paraplyrørslan.

Rørsal var í høvuðsheitinum undir leiðslu av ungum aktivistum, teirramilluum tí tá bara 17 ára gamla Wong.

Myndugleikarnir í Hongkong hava bannað mótmælisgongum fyri at markera fimm ára dagin í morgin. Tað er gjørt av trygdarorsøkum, tí myndugleikarnir meta, at vandi er fyri samanbrestum millum løgreglu og mótmælisfólk.

Mótmælisgongurnar í Hongkong tóku av álvara dik á seg fyrst í juni, tá íbúgvarnir mótmæltu mótu einum nýggjum lógaruppskoti, sum hevði gjørt tað møguligt at útlevera borgarar úr Hongkong til rættarsókn í Kina.

Stjórnarleiðarin í Hongkong, Carrie Lam, hevur síðani boðað frá, at uppskotið er tikið aftur. Men mótmælisfólkini eru ónøgd við, at hon ikki formliga hevur tikið tað aftur. Mong kreva eisini, at Lam leggur frá sær.

Í fjør varð Joshua Wong dømdur í tríggjar mánaðar fongsul. Dómurin var seinni linkaður til tveir mánaðir, tí hann var undir kriminella lágaldurin, tá hann varð handtikin.

 

/ritzau/AFP

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }