Mueller: Bar ikki til at ákæra Trump

Mueler vil ikki vitna í Kongressini. Frágreiðingin er mín vitnisfrágreiðing, sigur serligi ákærin.

Russland-frágreiðingin frá serliga ákæranum Robert Mueler fríkennir ikki Donald Trump, forseta.

Tað leggur høvundin dent á í dag.

– Um vit høvdu verið sannførd um, at forsetin greitt ikki hevði framt nakað lógarbrot, so høvdu vit sagt tað, sigur Mueller.

Hann hevur brúkt sløk tvey ár at kanna um møguligt samband millum Russland og Trump-herferðina til forsetavalið í 2016.

Tað var ikki ein møguleiki at ákæra forsetan fyri eina brotsgerð sambært teimum rætningslinjum, sum Mueller og kanningarfólk hansara fingu frá løgmálaráðnum, greiðir hann frá.

– Ein serligu ákæri er partur av Løgmálaráðnum, og við fyriskipan er hann bundin av politikkinum hjá ráðnum, greiðir Mueller frá í eini 10 minuttir langar útsøgn.

– At ákæra forsetan fyri eina brotsgerð var tí ikki ein møguleiki, sum vit kundu umhugsa.

Tað vildi ikki verið rættvíst at potentielt lagt nakran undir lógarbrot, tá tað ikki kann koma til eina dómsavgerð í málinum, leggur serligi ákærin afturat.

– Nú er tað upp til Kongressina at reagera upp á tey lógarbort, lygnir og onnur misbrot frá Trump forseta, sigur demokraturin Jerrold Nadler, sum er formaður fyri rættarnevndina í Umboðsmannatinginum, í eini viðmerking sambært Reuters.

Í útsøgn síni í dag sigur Mueller, at frágreiðing hansara vísir, at tað vóru »fleiri, skipaðar royndir« upp á at ávirka amerikanska valstríðið upp til forsetavalið í 2016, og at tað »er vert at greiða amerikanarum frá«.

Tað sigur hann í síni fyrstu fráboðan í tvey ár.

Mueller noktar at vitna í Kongressini, har Demokratarnir fegnir vilja hava hann at greða nærri frá niðurstøðunum í frágreiðingini.

– Frágreiðingin um Russland er mín vitnisfrásøgn, sigur hann og vísri til ta 400 síðurs longu frágreiðingina, sum hann og fólk hansara hava gjørt.

– Eg haldi ikki, at tað er hóskandi fyri meg at siga eira, sigur Mueller.

Hann leggur afturat, at hann nú fer úr Løgmálaráðnu, eftir at arbeiði hansara við frágreðingini um møguligt samband millum Russland og Trump-herferðina er liðugt.

Trump hevur fleiri ferðir lýst Mueller-kanningina sum eina »heksajagstran«. Í dag skrivar hann á Twitter, at einki er broytt eftir at Mueller hevur úttalað seg.

– Prógvini vóru ikki nøktandi og tí, í okkar landi, er ein persónur ósekur. Sakin er lukkað!

 

/ritzau/