Munandi færri deyð í USA seinasta samdøgrið

1840 fólk í USA doyðu av koronavirus seinasta samdøgrið. Undanfarna samdøgur doyðu næstan 4000.

Bara í New York City eru 13.157 fólk deyð av kronavirus. (Arkivfoto) - Mynd: Angela Weiss/Ritzau Scanpix

Bara í New York City eru 13.157 fólk deyð av kronavirus. (Arkivfoto) - Mynd: Angela Weiss/Ritzau Scanpix

USA hevur skrásett 1849 andlát av korona seinastu 24 tímarnar, vísa tøl frá Johns Hopkins University.

Talið av deyðum av koronavirus í USA er skrásett frá klokkan 04 gjáramorgunin til í morgun klokkan 04.

Undanfarna samdøgur vórðu skrásett 3.953 andlát av koronavirus. Tað er eitt fall upp á 53,2 prosent.

USA er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt í tali av deyðum og smittaðum.

Tilsamans eru 38.903 fólk deyð í USA, meðan talið av smittaðum í morgun er uppi á 734.552. Tað er yvir 33.000 fleiri enn gjáramorgunin. Tað verður harafturat roknað við einum stórum myrkatali.

66.498 av teimum smittaðu eru frísk aftur.

Í USA er New York City uttan samanbering harðast raktur av virusútbrotinum við 13.157 andlátum. Tað er tó ein niðurjustering frá leygardegnum, tá talið av deyðum sambært Johns Hopkins University ljóðaði upp á 13.202.

Á dagliga tíðindafundinum um koronastøðuna í USA segði Donald Trump forseti í nátt, at fleiri statir stigvís fara at lata uppaftur í næstu viku.

Millum annað statirnir Texas og Vermount lata upp nøkur virki, sum hava verið rakt av stongslinum seinastu vikurnar.

– Vit síggja alsamt fleiri positiv tekin um, at virusið er farið forbí toppin av kurvuni, segði forsetin sambært tíðindastovuni Reuters.

Á einum tíðindafundi fyrr í vikunum eggjaði Donald Trump statunum til at fara undir at lata uppaftur. Men forsetin gjørdi greitt, at avgerðin liggur hjá hvørjum stati sær.

Talið av deyðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í USA er 11,9, meðan tað í New York City er uppi á 156,6.

Talið av deyðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í Italia er til samanberingar 38,5, meðan tað í Spania er 44.

Sambært Johns Hopkins University eru sløk 3,7 milliónir fólk í USA kannað fyri koronavirus. Tað er umleið ein millión fleiri enn í gjár.

/ritzau/

 

 

 

Bara í New York City eru 13.157 fólk deyð av kronavirus. (Arkivfoto) - Mynd: Angela Weiss/Ritzau Scanpix