Muturákærdi fyrrverandi kongurin rýmir úr Spania

Ákæri ætlar at kanna 82 ára gamla Juan Carlos í einum muturmáli. Nú flytur fyrrverandi kongurin av landinum.

Fyrrverandi spanski kongurin Juan Carlos og sonur hansara, núverandi kongurin Felipe í 2014 – árið tá Juan Carlos abdiseraði og læt soninum krúnuna. - Foto: Pierre-Philippe Marcou/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi spanski kongurin Juan Carlos og sonur hansara, núverandi kongurin Felipe í 2014 – árið tá Juan Carlos abdiseraði og læt soninum krúnuna. - Foto: Pierre-Philippe Marcou/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi kongurin í Spania, Juan Carlos, hevur gjørt av at flyta úr Spania. Tað hevur hann boðað soni sínum, Felipe kongi, frá, stendur í eini fráboðan frá spanska kongshúsinum í dag.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Í juni kom fram, at ákæri við spanska hægstarætt er við at kanna 82 ára gamla fyrrverandi kongin fyri hansara leiklut í sáttmálum, sum eru gjørdir við Saudia-Arabia um skjóttkoyrandi tok.

Ákærin kannar, hvørt fyrrverandi kongurin kann rættarsøkjast í málinum, ella um hann var vardur av órini fram ti 2014. Tá abdiseraði hann og læt trúnuna víðari til sonin, Felipe.

Juan Carlos er lagdur undir sum regentur at hava fingið eina ovurstóra upphædd í muturi frá Saudi-Arabia.

Sveisiska blaðið Tribune de Genève hevur skrivað, at hann fekk 100 milliónir dollarar, umleið 650 milliónir krónur. Pengarnir standa eftir øllum at døma í einum banka í Sveis.

Spanska blaðið El Pais skrivaði í mai, at Juan Carlos eisini hevði goymt 12,5 milliónir krónur frá Hahrain íeinum banka í Schweiz.

Gjøgnum sakførara sín hevur fyrrverandi kongurin fleiri ferðir avvíst at viðmerkja ákærurnar.

Juan Carlos legði frá sum 76 ára gamal. Hann tók øll á bóli, tá hann legði frá sær eftir 39 ár á sponsku trúnuni vegna ringa heilsu.

Felipe kongur hevur tikið apanasjuna frá pápa sínum og frásagt sær arv frá pápanum. Men tað hevur ikki minkað um atfinningarnar frá spanska fólkinum.

Seinstu vikurnar hava verið fleiri mótmælisgongur ímóti kongsveldinum. Vinstraflokkurin Podemos hevur kravt, at tað skal vera fólkaatkvøða um framtíðina hjá monarkinum í Spania, hevur El Pais skrivað.

/ritzau/

 

 

 

Fyrrverandi spanski kongurin Juan Carlos og sonur hansara, núverandi kongurin Felipe í 2014 – árið tá Juan Carlos abdiseraði og læt soninum krúnuna. - Foto: Pierre-Philippe Marcou/Ritzau Scanpix