Myndir: Bankatoskur á Vestaru Bryggju

In.fo hevur fingið nakrar myndir, sum eru tiknar í morgun, tá Magnus Heinason legði upp veiðina av Føroyabanka.

Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg eru royndir í leikum. Ungur nemur, gamal fremur.

Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg eru royndir í leikum. Ungur nemur, gamal fremur.

 

Tíðliga í morgun kom gamla havrannsóknarskipið Magnus Heinason aftur av sínum - allar seinasta - túri. Teir hava verið á Føroyabanka og gjørt váryvirlitstrolingar, har teir fingu bæði nógvan og góðan tosk í onkrum háli. 

Veiðan á túrinum varð løgd upp á Vestaru Bryggju í Havn í morgun, har landingarmiðstøðin Barðið stóð fyri landing og innviging. Soleiðis, sum viðheftu myndir vísa, vóru kokkar úr matstovum í býnum og hugdu eftir flottu fiskunum.

Matstovur í Havn fara at hava tosk av Føroyabanka við í sínari matskrá teir næstu dagarnar, og hetta kunnu fólk, ið dáma at royna ymiskt forkunnugt á matstovum, gleða seg til.

Eitt er so rættiliga vist, at toskur og annar fiskur av Føroyabanka svíkur neyvan í smakki, tá tilreiðing fer fram við kønum hondum. Tey, ið áður hava roynt tosk av Bankanum, hava latið væl at.

##med2##

##med3##

##med4##

Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg eru royndir í leikum. Ungur nemur, gamal fremur.