Næmingar sleppa kanska frá at fara til próvtøkur í summar

Talan er bæði um næmingar á miðnámsskúlum og næmingar í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum, og støðisútbúgvingar

Nú sleppa næmingar í fólkaskúlanum kanska frá at fara til fleiri próvtøkur í summar.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið í morgum um at víkja frá vanligu reglunum um próvtøkur.

Tað merkir, at Jenis av Rana skal fáa heimild til víkja frá reglunum, tí endalig avgerð er ikki tikin um tað enn.

Men hann leggur dent á, at sama hvat verður gjørt, skulu næmingarnir í fólkaskúla, miðnámi og yrkisnámi, ikki verða verri fyri av hesum.

Talan er bæði um næmingar í fólkaskúlanum, næmingarnir á gymnasialum miðnámsskúlum og næmingar á støðisútbúgvingum á fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkinum, og innan tøkni.

Jenis av Rana vísir á, at kreppustøðan við koronasmittuni hevur havt stóra ávirkan á virksemið í føroyska skúlaverkinum, tí  skúlarnir hava latið aftur, og nógv undirvísing er á internetinum.

Í hesum sambandi kann nevnast, at í Noregi er avgerð tikin um, at studentaskúlanæmingar ikki skulu til skrivliga próvtøku í summar. Í Danmark verður eisini umhugsað at gera líknandi broytingar, men avgerðin er ikki tikin um hetta enn.

Ístaðin fyri skal árskarakterurin verða galdandi sum próvtøkutal.

Jenis av Rana sigur, at vit í Føroyum skulu helst fylgja tí, sum verður gjørt í Danmark, og tað er tí at flestu føroyingar, sum fara uttanlands at lesa víðari, fara til Danmarkar.

– Føroyar hava eina avtalu við danskar myndugleikar um at føroysk prógv eru javntsett við tey donsku prógvini og sostatt verða føroysk prógv eisini javntsett við prógvini í øðrum norðurlondum.

Hann sigur, at tá ið endalig avgerð er tikin í Danmark, verður tað eisini neyðugt at bera skjótt at í Føroyum, soleiðis at næmingarnir fáa at vita beinanvegin, hvussu verður við próvtøkunum, tí tað er ikki so leingi til tær skulu vera.