Nema hevði slakar fimm milliónir í avlopi

Tað var eitt gott ár hjá P/F Nema í fjør. Felagði hevði eitt avlop eftir skatt upp á góðar 4,8 milliónir krónur, sum er nærum tríggjar milliónir betri enn árið fyri.

Bruttovinningurin hjá Nema var upp á slakar 26 milliónir krónur. Felagið hevur goldið út við 20 milliónir krónur í lønum.

P/F Nema hevur havt tungan rakstur, men seinastu fýra roknskaparárini hava havt svørt tøl á botnlinjuni. Men árini frammanundan hevur felagið havt stór rakstrarhall – upp í 26 milliónir krónur í halli í 2013, tá felagið hevði sítt ringasta úrslit.

Eginong felagsins er nú góðar 14 milliónir krónur.

Nema veitir tænastur og vørur til føroyskt vinnulív, kommunur og almennar stovnar. Tænastu- og vøruúrvalið umfatar ráðgeving um og sølu av KT útgerð, skrivstovuútgerð, innbúsloysnum og fíggjar- og sermentum skipanum.

Felagið skrivar í ársfrágreiðingini, at úrslitið av virkseminum er ikki nøktandi enn, og at arbeitt verður áhaldandi við at betra um raksturin, og at brúkaa ognir felagsins meira og betri.

Felagið sigur, at marknaðarliga er váðin serliga knýttur at prísum og treytum fyri sølu av vørum og tænastum, búskaparligu støðuni ísamfelagnum og útlitunum fyri framtíðina.

– Fyri at minka um váðan verður áhaldandi arbeitt við at endurskoða og betra um treytir ogprísir á okkara vørum og tænastum. Búskaparliga støðan og útlitini fyri framtíina verða mett at vera góð, skrivar felagið.

Um framtíðina skrigur felagið, at tað í november var fráboðaða, at Nema og televeitarin Hey verða løgd saman, og var hetta góðkent av Kappingareftirlitinum seint í desember í 2018.

– Við hesum hevur Hey fingið føroyskar eigarar, skrivar P/F Nema í ársfrágreiðingini.

– Endamálið er at skapa ein sterkan og nýhugsandi føroyskan KT- og televeitara, ið skal gerast leiðandi á føroyska marknaðinum og við tíðini eisini bjóða seg fram uttan fyri Føroyar. Við samanleggingini, góðu samfelagsbúskaparligu gongdini og við tí úrvali av tæastum og vørum, nýggja felagið hevur at bjóða, umframt góð og dugnalig starvsfólk, so verður væntað, at raksturin aftur fer at geva yvirskot í 2019, skrivar felagið.

1. juli fór Júst í Túni Vang frá sum stjóri P/F Nema. Sum fyribilsstjóri er settur Gunnar Nielsen í Hoyvík. Felagið søkir í løtuni eftir nýggjum stjóra.

Nevndarformaður er Rúnar Reistrup í Havn og nevndarlimir eru Árni Tór Rasmussen í Hoyvík og Tórvarður Sveinsson í Reykjavík.