Netanyahu fær sína nýggju stjórn

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, vísti í dag fram nýggju stjórn sína í ísraelska tjóðartinginum í Jerusalem.

Benjamin Netanyahu skal vera forsætisráðharri næsta hálvtannað árið. Síðani er avtala, at fyrrverandi móstøðumaður hansara, Benny Gantz tekur yvir. - Mynd: Oded Balilty, Jack Guez/Ritzau Scanpix

Tað vr endin á eini meira enn eitt ár drúgvari politiskari kreppu í landinum.

Men tað er í eini løgnari tíð, at Netanyahu setur seg á odda fyri eini stjórn, har hann skal býta valdið. Hann kann vænta at verða settur fyri dómstól skuldsettur fyri mutur.

Eftir trý val upp á eitt ár er tað eydnast netanyahu og fyrrverandi argasta mótstøðumanni sínum, Benny Gantz, at skipa stjórn saman.

70 ára gamli Netanyahu segði tjóðartinginu, at nýggja stjórnin fer at hertaka búsetingarnar á hersetta vestara áarbakka.

/ritzau/dpa