Netanyahu megnaði ikki at skipa stjórn í Ísrael

Tinglimirnir í Knesset hava atkvøtt fyri at upploysa tjóðartingið og skriva út nýval.

Tað eydnaðist ikki Netanyahu at skipa nýggja stjórn í Ísrael.

Tjóðartingslimirnir hava tí atkvøtt fyri at upploysa tjóðartingi og skriva út nýval sum skjótast. Tað skrivar tíðindastovan AP.

Benjamin Netanyahu tyktist annars at kunna fáa fimta skeið sítt sum forsætisráðharri í Ísrael, eftir at flokkur hansara, Likud, fekk 35 út av 120 sessum í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, á valinum í apríl.

Tjóðartinglimirnir atkvøddu í kvøld fyri at upploysa tjóðartingið við atkvøðunum 74 fyri go 45 ímóti, skrivar Reuters.

Eitt nýval er sett at vera 17. september, skrivar AFP.

 

/ritzau/