Netanyahu slept royndini at skipa stjórn í Ísrael

Ísraelski forsætisfráðharrin fer at siga forsetanum, at hann ikki hevur megnað at skipað nýggja stjórn.

Eftir tjóðartingsvalið í september er tað miseydnast forsætisráðharranum, Benjamin netanyahu, at skipa nýggja stjórn í Ísrael.

Hann læt í gjár Reuven Rivlin, forseta, samráðingarleiðsluna aftur.

– Fyri løtu síðani kunnaði eg forsetan um, at eg lati samráðingarleiðsluna til at skipa nýggja stjórn í Ísrael aftur, sigur Netanyahu í eini sjónbandaupptøku, sum hann hevur lagt á Facebook.

Tað er aðru ferð seinasta hálva árið, at tað hevur miseydnast hjá Netanyahu at skipa nýggja stjórn. Báðu ferðirnar hevur tað verið eftir eitt tjóðartingsval, sum gav ógreitt úrslit.

Rivlin forseti fer skjótast at geva avbjóðaranum hjá Netanyahu, Benny Gantz úr flokkinum Bláu og Hvítu, møguleikan fyri at skipa eina samgongustjórn.

Forsetin fer at kunna hinar flokkarnar um, at tey fáa tríggjar dagar at gera viðmerkingar. Síðani letur hann Gantz uppgávuna.

Gantz fær síðani 28 dagar at royna at finna ein meiriluta fyri eini stjórn.

Valið 17. september gav ongan greiðan vinnara. Flokkrin hjá Netanyahu, Likud, fekk eitt umboð færri enn Bláu og Hvítu, men eftir øllum at døma eitt sindur meira stuðul frá einum meiriluta í Knesset.

Tað var sama støða hjá Netanyahu eftir valið í apríl. Hann royndi, men fekk ongan meiriluta. Tað skulu 61 sessir til fyri at tryggja sær meiriltua í Knesset. Sekulerir politikarar søgdu, at tey høvdu fingið nóg mikið av rossahandlum hjá Netanyahu við teir smáu átrúnaðarligu flokkanar í fyrru stjórnini. Gantz segði í gjár, at hann fer at royna at skipa eina liberala sjtórn. Sambært AFP hendir tað á, at hann fer at royna at sleppa undan, at teir átrúnaðarligu flokkarnir fáa ov stóra ávirkan.

Um tað heldur ikki eydnast Gantz at skipa stjórn, so sevnir Ísrael ímóti triða valinum innan stutta tíð.

Fyri Netanyhu dregur á luftina. Hann kann rokna við í desember at verða ákærdur fyri mutur og svik. Hann kann enda við at fáa fongsulsdóm, og tað kann í versta føri merkja endin á politisku starvsleið hansara.

 

/ritzau/dpa