Netavís: Trump yvirhálað umdømi hjá Obama sum skuldarkongur

Ríkisskuldin hjá USA er hækkað við metferð hesi árini, Donald Trump hevur verið forseti.

 

 

 

 

Donald Trump forseti, hevur svikið vallyftið um at minka ríkisskuldina hjá USA. Í stjórnartíð hasnara er ríkisskuldin hækkað við metferð, skrivar amerikanska netavísin, The Hill og aðrir miðlar.

Amerikanska ríkisskuldin er nú fyri fyrstu ferð farin upp um 23.000.000.000.000 dollar, skrivar The Hill. Tað svarar til 154.000 milliardir krónur.

Tað er tað sama sum, at hvør amerikanari skyldar næstan 470.000 krónur.

Undir valstríðnum í 2016 lovaði Donald Trump bæði at fáa burtur undirskotið á fíggjarlógini og at rinda skuld aftur, sum eingin forseti nakrantíð hevur klárað.

Í stjórnartíðini hjá Trump er ríkisskuldin hinvegin økt við metferð.

Einasti forseti í nýggjari tíð, sum hevur verið nærnámind at venda gongdini, var Bill Clinton, sum megnaði ikki at økja skuldina.
Upp ímóti tríggir fjórðingar av ríkisskuldin hjá USA er uttanlandsskuld.

Tá fyrrverandi forsetin, Barack Obama, næstan tvífaldaði skuldina tey bæði skeiðini hann sat, elvdi tað til uppreistur millum Republikanarar – millum annað í Tea Party-rørsluni, sum var ein konservativur lobbyfelagsskapur. Hon var millum annað ímóti játtini hjá Kongressini til hjálparpakkar undir fíggjarkreppuni.

Politikarar við tilknýti til Tea Party-rørsluna heittu á floksfelagar í Kogressini um at steingja ríkisstovnar fyri at tvinga Obama og Demokratarnar til skerjingar. Hjá Republikanarunum er tríggjar búskaparligar grundreglur: lágur skattur, lá skuld og lítil almennur sektor.

The Hill skrivar í leiðaraviðmerking, at Trump hevur tikið yvir umdømið hjá Obama fyri at vera »skuldarkongur«.

– Búskaparliga hugsjónin aftan fyri avgerðini hjá trump um at lækka skattir uttan at lækka ríkisútreiðslunar er ein serligur formur fyri »búskaparligt voodoo«, skrivar netavísin og leggur afturat:

– Hugsjónin er grundað á, at fleiri pengar í lummunum hjá fólkinum fer at stuðla búskapainum og føra til búskaparliga íløgur og harvið øktan vøkstur.

– Tað er eitt teori, sum tó verður verandi teori. Búskaparligur vøksturn hevur ikki yvirhálap útreiðslurnar hjá stjórnini seinastu tvey árini.

 

/ritzau/