Netflix-filmur toppskorari til Golden Globe-innstillingar

Tveir Netflix-filmar hava fingið fleistar tilnevningar til Golden Globe-virðislønirnar, sum nógv trákkast eftir, og sum Hollywood Foreign Press Association stendur fyri at býta út.

Sjónleikararnir Dakota Fanning, Tim Allen og Susan Kelechi Watson kunngjørdu í dag tilnevningarnar til Golden Globe-virðislønarhandina. - Mynd: Robyn Beck/Ritzau Scanpix

Sjónleikararnir Dakota Fanning, Tim Allen og Susan Kelechi Watson kunngjørdu í dag tilnevningarnar til Golden Globe-virðislønarhandina. - Mynd: Robyn Beck/Ritzau Scanpix

Tað er greitt, nú tilnevningarnar eru almannakunngjørdar.

FIlmurin »Marriage Story«, sum fyri kortin er komin á donsku Netflix-tænastuna, er tilnevndur til seks virðislønir, teirra millum besta drama.

Nýggi gangstarafilmurin hjá Martin Scorcese á Netflix, sum er tríggjar og ein hálvan tíma langur,  »The Irishman«, er tilnevndur fimm virðirslønir.

Eisini ummælararósti filmurin hjá Quentin Tarantino, »Once Upon a Time in Hollywood« klárar seg væl við fimm tilnevningum.

Í kategoriini besti útlendski filmur var danska vónin »Dronningin« við Trine Dyrholm í høvuðsleiklutinum ikki millum teir útvaldu.

Golden Globe-virðislønirnar verða ofta mettar sum eitt ýti fyri, hvussu tað gongur, tá oscarvirðislønirnar seinna verða lætnar.

77. útgávan av Golen Globe virðislønunum verður tann 5. januar 2020. Tveir dagar seinni ber ikki longur til at atkvøða, hvør skal hava ein Oscar.

 

/ritzau/AFP

Sjónleikararnir Dakota Fanning, Tim Allen og Susan Kelechi Watson kunngjørdu í dag tilnevningarnar til Golden Globe-virðislønarhandina. - Mynd: Robyn Beck/Ritzau Scanpix