New York í undantaksstøðu

Borgarstjórin í New York hevur lýst býin í undantaksstøðu orsaka av hita

Amerikanska eysturstrondin er rakt av hitabylgju, og í morgin verður roknað við, at hitin í býum sum Washington og New York kann koma upp í 43 stig í skugganum. Asfaltið kann blíva upp í 54 hitastig, og tað er nóg mikið til at brenna bæði fólk og fæ.

Veðurfrøðingurin George Steinberg sigur við New York Times, at tað vandamikið fyri heilsuna at fara út, tá ið tað er heitast. Hann heitir á fólk um at halda seg innandura, meðan mesti hitin er.

Borgarstjórin New York, Bill de Balsio, hevur nú lýst New York í undantaksstøðu.

Veðurstovurnar rokna við, hitin fer upp um 40 hitastig nógva staðni á eysturstrondini í USA um vikuskiftið, og tað eru hitastig, sum vanliga síggjast í oyðimarkastatinum Nevada.