Ni Hao – vit mugu gera okkara lógarverk tíðarhóskandi nú, so útlendingar ikki keypa Føroyar!

I einari grein um meg og mína fyritøku í Dimmalætting í vár gjørdi eg vart við, at tað er av stórum týdningi, at vit skjótast gjørligt fáa lóg, sum fyribyrgir útlendskt keyp av ognum í Føroyum.

Eftir greinina var eitt tema í Sosialinum, har m.a. meklarafyritøkur gjørdu vart við, at fólk komu inn av ferðamannaskipum og sýndu áhuga at keypa hús í Føroyum. Tey mest attraktivu húsini eru i smáu bygdunum kring oyggjarnar.

Í Danmark upplivdi man í 80unum, at týskarar keyptu nógv summarhús fram við donsku vesturstrondini og tí gjørdi man eina lóg, har man kravdi, at útlendsk keyp fyrst skuldu viðgerðast av einari nevnd, sum tók støðu til, hvørt man fekk loyvi at keypa ogn í Danmark. Man hugdi m.a. eftir tilknýti, familjusambondum os.fr. Til hetta setti man eina nevnd at viðgera umsóknir um keyp.

Hetta mugu vit lóggeva um sum skjótast í Føroyum.

Summi siga so, ”jamen vit kunnu keyoa íbúð í Spania”. Ja tað er rætt, men man kann ikki samanbera Spania við Føroyar, Spania er eitt sera stórt land og Føroyar kunnu skjótt blíva uppkeyptar av útlendingum, serliga smáu bygdirnar, nú Føroyar eru so attraktivar sum ferðavinnuland.

Vit fara at broyta lógina alt fyri eitt so vit tryggja okkum, at okkara vøkru oyggjar og smáu bygdir ikki allar enda á útlendskum hondum.

 

##med2##

 

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen
Valevni fyri Framsókn