Níggju línuskip eru til fiskiskap

Fimm frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum.

Her landar ein av teimum smáu línubátunum hjá Barðinum í Havn.

Her landar ein av teimum smáu línubátunum hjá Barðinum í Havn.

 

Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, og tey fáa mest av toski og hýsu. Roknað verður við, at bæði skipini koma inn at landa síðst í næstu viku. 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fimm frystilínuskip eru til fiskiskap í íslendskum sjógvi, og tvey eru undir Føroyum.

- Línuskipini hava góðan fiskiskap, verður lagt aftrat.

Streymurin verður góður fyrst í næstu viku, men harðnar, sum vikan gongur. Veðrið verður hampiligt. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri teir næstu dagarnar.

 

 

Her landar ein av teimum smáu línubátunum hjá Barðinum í Havn.