Nøkur sleppa úr respiratori við lívinum

Mangt bendir á, at er ein korona-sjúklingur fyrst endaður í respiratori, stendur ikki væl til.

 

 

 

Leiðandi yvirlæknin á intensivu deildini á Hvidovre Sjúkrahúsi í Danmark, Claus Lund, sigur, at higartil eru ikki so nógvir korona-sjúklingar slopnir úr aftur respiratorinum á lívi, og hann leggur aftrat, at tey undrast yvir, at so er.

Sagt verður um covid-19, at sjúkan kann mennast púrasta óvæntað og ógvusliga hjá fólki, sum verða harðast rakt. Støðan kann nevniliga gerast so trupul, at tað gongur illa at fáa sjúklingarnar úr aftur respiratorinum á lívi.

- Samstundis kann korona-smittan eisini raka breitt, soleiðis at lutfalsliga ung fólk - í 20-unum og 30-unum - eisini kunnu enda í respiratori, sigur leiðandi yvirlæknin á Hvidovre Sjúkrahúsi, Claus Lund.

Vegna sína tagnarskyldu vil yvirlæknin ikki svara spurninginum, hvussu mong, sum eru fongd við korona-smittu og eru endað í respiratori, sleppa livandi úr aftur sjálvvirkandi andingartólinum. Í Danmark eru nevniliga eingi almenn tøl, sum lýsa hesi viðurskifti.

- Men, tað eru nøkur, sum sleppa úr aftur respiratorinum á lívi, er tað einasta, sum yvirlæknin í løtuni vil siga um hetta, tá hann verður spurdur av donskum miðlum, sum fregnast um tøl í hesum sambandi.