Nógv ungfólk hava brotið tilmælini um korona í nátt

Tað hava nógvar veitslur verið kring landið í nátt, sigur løgreglan

Í nátt hevur løgreglan fingið fleiri dømi um, at fólk, serliga ungfólk, hava brotið tilmælini frá myndugleikunum í sambandi við korona.

Fyri at forða fyri, at koronasmittan breiðir seg, hava myndugleikarnir staðiliga mælt frá, at at vit savnast í bólkum, og í øllum førum eiga vit í mesta lagi at vera 10 fólk saman. Samstundis er tað eisini eitt tilmæli, at vit skulu halda okkum minst tveir metrar frá hvørjum øðrum.

Men tað eru nú ábendingar um, at tey ungu eru farin at troyttast av tilmælunum frá myndugleikunum um at fólk eiga ikki at savnast í bólki.

Í øllum førum hava tey ikki lurtað eftir, tí løgreglan sigur, at í gjárkvøldið, og í nátt, hava tey fingið fleiri fráboðanir um, at ungfólk hava hildið veitslur. Løgreglan sigur, at tað er úr øllum landinum, at hesar fráboðanirnar eru komnar.

Løgreglan sigur, at talan hevur í hvussu so verið um, at meiri enn 10 fólk hava verið saman.

Men hetta er ikki nakað, løgreglan fær gjørt nakað við. Vit kunnu ikki gera annað enn vísa okkum, sigur løgreglan í mrgun.

Løgreglan sigur, at tá ið tey eru komin fram á ungfólk úr hesum veitslunum, sum hava staðið uttanfyri og roykt, ella sum hava verið og fingið sær fríska luft, hava tey stegðað á og hava tosað við tey ungu um korona og um tilmælini frá myndugleikunum um ikki at savnast í bólki.

Vit fáa ikki gjørt so nógv annað, tí vit kunnu ikki fara inn til fólk at steðga eini veitslu, men vit hava brúkt tær heimildirnar, vit hava, og tað er at tosa við tey, vit eru komin fram á uttan fyri, sigur løgreglan.

Men tey siga, at tað hjálpti ikki nógv at práta við tey ungu, tí veitslurnar hildu fram í sama lag út á náttina.