Norðoyggjar harðast raktar

Hagtølini fyri korona á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum vísa, at tað er í Norðoyggjum, at koronasmittan ger mest um seg. 44 eru smittað í Norðoyggjum, og í mun til fólkatalið er tað tað hægsta í Føroyum

Flest eru smittað í Suðurstreymoy. Har er talið 89-93, sambært hagtølunum, ið vórðu dagførd í gjárkvøldið klokkan 18:20.

Talið á smittaðum í Suðurstreymoy er umleið dupult so stórt sum í Norðoyggjum, har tað er 44, men tá ið hugsað verður um, at fólkatalið er millum tríggjar og fýra ferðir so stórt í Suðurstreymoy sum í Norðoyggjum, so sigur tað eitt sindur um, at smittan hevur gjørt munandi meira um seg norðanfyri.

Klaksvíkar kommuna hevur lagt ein stuttan film á netið, har borgarstjórin og fleiri aðrir persónar heita á borgararnar, um at virða tilmælini frá landsins myndugleikum.

Í Eysturoy eru 20 smittað, í Vágum 11 og í Norðstreymoy 9.

Sunnari partur av Føroyum er ikki enn raktur av smittuni. Hvørki í Sandoy ella í Suðuroy er nakar skrásettur at hava fingið smittuna.

Men í hagtølunum stendur eisini, at tøl, ið eru minni enn 3, verða ikki kunngjørd.

##med2##