Norðurkoera gevur USA skuldina fyri kjarnorkufundur miseydnaðist

USA skilir ikki atburðin hjá Norðurkorea á fundi í Svøríki. Vit høvdu eitt gott kjak, verður sagt.

Ein bilur við fólkum úr norðurkoreansku sendinevndini kom í dag til Lidingöuttan fyri Stokkhólm fyri at vera við á einum arbeiðsfundi við USA - Mynd: Jonathan Nackstrand/Ritzau Scanpix

Ein bilur við fólkum úr norðurkoreansku sendinevndini kom í dag til Lidingöuttan fyri Stokkhólm fyri at vera við á einum arbeiðsfundi við USA - Mynd: Jonathan Nackstrand/Ritzau Scanpix

Ein kjarnorkufundur í Svøríki millum samráðingarfólk frá Norðurkorea og USA í gjár endaði úrslitaleysur.

Norðurkoreanski samráðingarleiðarin, Kim Myong Gil, gav í gjár boð um, at arbeiðsfundurin við USA var liðugur.

– Samráðingarnar gingu ikki sum væntað, og at enda varð fundurin slitin, sigur hann við tíðindafólk.

Talskvinna fyri amerikanska uttanríkisráðið, Morgan Ortagus, hevur tó ikki somu fatan av tí, sum hendi í Svøríki.

Vit høvdu "eitt gott kjak" við norðurkoreanar í meira enn átta tímar, sigur hon sambært AFP.

– Fyrstu viðmerkingarnar frá norðurkoreansku samráðingnevndini endurspegla hvørki innihaldið ella andan í dagsins átta og ein hálva tíma longu samráðingunum, vísir hon á.

Hon leggur afturat, at USA møtti á fundi í Svøríki við »kreativum hugskotum«.

Ortagus sigur víðari, at stjórn hennara hevur svarað positivt upp á svensku innbjóðingina til at taka uppaftur fundirnar um einar tvær vikur.

Fundurin millum Norðurkorea og USA byrjaði gjáramorgunin. Tað var á eini konferansumiðstøð á Lidingö nærindis Stokkhólmi.

– USA hevði høgar vónir og var komið við uppskotum um eitt nú eina fleksibla tilgongd og kreativar loysnir, sigur orðurkoreanski samráðingarleiðarin í gjárkvøldið.

– Men vit eru vónbrotin av USA, sum einki hevið við til samráðingarborðið, sigur hann sambært blaðnum Dagens Nyheder.

Norðurkorea boðaði mikudagin frá, at tey høvdu framt eina væleydnaða royndarspreinging av eini rakett frá einum kavbáti.

Tað var tann higartil størsta provokatiónin frá Norðurkera, síðani landið tók uppaftur samskifti við USA í 2018.

Amerikanski varauttanríkisráðharrin, Mike Pompei, segði fyrr í gjár, at hann vónaði at framstig fóru at spyrjast burtur úr samráðingum eftir at einki var hent í fleiri mánaðir í kjarnorkusamráðingunum.

Fundurin í Svøríki í gjár var fyrsti arbeiðsfundur millum partarnarn, síðani Donald Trump, foresti og norðurkoreanski leiðarin, Kim Yong-un, hittust í juni á markinum millum Norður- og Suðurkorea.

Teir samdust tá um at fara undir aftur samráðingarnar. Tað steðgaðu eftir toppfundin í Vietnam í februar, sum endaði úrslitaleysur.

Trump og Mim høvdu fyrsta fundin sínamillum í Singapore í juni í fjør. Tá søgdu partarnir í eini stuttari fráboðan, at ein kjarnorkuvápnafrí koreansk hálvoyggj er málið.

Sjálvt um tað gongur illa við úrslitum, so eru eftir øllum at døma góð persónligu viðurskifti millum Tump og Kim.

/ritzau/Reuters

Ein bilur við fólkum úr norðurkoreansku sendinevndini kom í dag til Lidingöuttan fyri Stokkhólm fyri at vera við á einum arbeiðsfundi við USA - Mynd: Jonathan Nackstrand/Ritzau Scanpix