Norðurlondini lata upp aftur í stigum

Norðurlendsku heilsu- og almannamálaráðharrarnir eru samdir um, at tað at lata upp londini aftur eftir korona verður gjørt stigvíst og skynsamt, so tað ber til at hava tamarhald á støðuni við korona

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur aftur í dag verið á netfundi við norðurlendsku starvsfeløgum sínum um støðuna viðvíkjandi korona, skrivar Heilsumálaráðið. 

Ráðharrarnir umrøddu millum annað, hvør leistur skal veljast, tá ið farið verður undir aftur at lata londini upp aftur. Londini eru samd um, at hetta fer at taka drúgva tíð, og tí tað er sera týdningarmikið, at tað verður gjørt stigvíst og skynsamt, so tað ber til at hava tamarhald á støðuni við korona.  

– Vit hava øll nógv at læra av hvørjum øðrum. Somuleiðis er tað týdningarmikið, at vit í Norðanlondum samstarva væl saman, tí einki land klárar einsamalt at loysa kreppuna við korona, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Á fundinum kunnaðu ráðharrarnir hvønn annan um støðuna og um tey tiltøk, sum eru sett í verk til tess at forða fyri smittuspjaðing. Tiltøkini líkjast nógv, og hava tey við sær, at virksemið í øllum londunum er skert sera nógv.

Í øllum londunum eru almennir stovnar stongdir, starvsfólk innan bæði tað almenna og privata arbeiða heima, í tann mun tað ber til, avmarkingar eru innan flogferðslu og almennan ferðafólkaflutning og so framvegis  

Tey tiltøkini, sum eru sett í verk, hava somuleiðis stóra ávirkan á vinnulívið í Norðurlondum. Londini hava tí samtykt ymsar hjálparpakkar, sum hava til endamáls at avmarka neiligu fíggjarligu avleiðingunum av korona. 

Norðurlond hava valt ymsar mannagongdir, tá tað snýr seg um at kanna fólk fyri koronasmittu. Kaj Leo Holm Johannesen kunnaði, hvussu vit hava gjørt í Føroyum. Higartil eru umleið 9% av føroyingum kannaðir fyri korona, sum eisini er tað mesta í Norðanlondum. Fleiri av hinum Norðanlondunum ætla nú at fara undir at kanna munandi fleiri íbúgvar fyri korona, enn tey hava gjørt higartil.