Noreg kann gera sum Føroyar og Chili

- Hetta krevur nakað av tillaging, men eg trúgvi, at hesar tillagingar kunnu fremjast.

Myndin er tikin á einari kanningarstovu í Chili.

Myndin er tikin á einari kanningarstovu í Chili.

 

iLaks skrivar, at í Føroyum og Chili brúka tey kanningarútgerð, sum tey annars brúka til alivinnuna, tá tey greina korona-royndir. Nú er upp á tal, at Noreg kanska fer at gera tað sama. Mett verður, at norskar kanningarstovur, sum dagliga kanna alifisk fyri virus-sjúkur, kunnu gera einar 6000-7000 slíkar royndir í ein dag.

iLaks hevur áður skrivað um kanningarstovur í Chilli og Føroyum, sum nú arbeiða við at kanna korona-royndir. Eisini í Noregi er ein munandi kapasitetur í so máta, sum annars verður brúktur til at kanna fiskasjúkur.

- Um stjórnin í Noregi ynskir at brúka hesar kanningarstovur, eru tær eisini førar fyri at kanna royndir fyri korona-virus, sigur professarin, Are Nylund, sum starvast á stovninum fyri Biovísindi á Universitetinum í Bergen.

Átaks-og trygdarstjórin hjá norska Djóralæknastovninum, Jorun Jarp, sigur, at tað er líka mikið, um sonevnda PRC-royndin verður brúkt til at kanna fisk, djór ella menniskju. - Kanningarstovan greinar ílegutilfarið í virusinum, og hetta tilfar er hitt sama - antin talan er um djór ella menniskju, sum eru smittað, sigur Jorun Jarp.

Jørn Ulheim, umsitingarstjóri í Patogen Analyse, sigur, at um fiskiídnaðurin samstarvar, ber helst til at kanna einar 6000-7000 korona-royndir um dagin. - Hetta krevur nakað av tillaging, men eg trúgvi, at hesar tillagingar kunnu fremjast, sigur stjórin í Patogen Analyse, við NRK, sum iLaks endurgevur.

Myndin er tikin á einari kanningarstovu í Chili.