Norski milliardingurin Tom Hagen varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Tingrættur í Noreg heldur tað vera sannlíkt, at fleiri persónar hava verið uppi í málinum um horvnu milliardingafrúuna

Myndafólk og tíðinafólk stúvað saman, tá verjin hjá Tom Hagen, Sevin Holden, fór á rættarfudin í Nedre Romerike tingrett í dag. – Mynd: Heiko Junge/Ritzau Scanpix

Myndafólk og tíðinafólk stúvað saman, tá verjin hjá Tom Hagen, Sevin Holden, fór á rættarfudin í Nedre Romerike tingrett í dag. – Mynd: Heiko Junge/Ritzau Scanpix

Norski ríkmaðurin Tom Hagen skal varðhaldsfongslast í fýra vikur. Soleiðis ljóðar avgerðin frá Nedre Romerike tingrett í kvøld.

Tom Hagen er skuldsettur fyri at hava dripið ella verið við til at dripið konu sína, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið horvin í hálvtannað ár.

Í dag varð rættarfundur fyri afturlætnum hurðum, har tað tí ikki alment komu nýggjar upplýsingar fram í málinum.

Ákærin kravdi, at hann skuldi fongslast fyribils í fýra vikur. Verjin hjá Hagen, Svein Holden, kravdi hann hinvegin leyslætnan.

Tingrætturin vísir í avgerðina á, at tað er »sannlíkt, at tað hava verið fleiri fólk í málinum«.

Varðhaldsfongslingin verður grundgivin við, at tann skuldsetti »hevur veruligan møguleika fyri at oyðileggja ella beina burtur prógv« ella »samskipa frágreiðingar við onnur, sum hava verið uppi í málinum«.

Norski milliardingurin varð týsdagin handtikin, tá hann var á veg til arbeiðis. Tað hendi eftir at løgreglan í hálvtannað ár hevur arbeitt við málinum um horvnu Anne-Elisaheth Hagen, sum hvarv 31. oktober í 2018.

Í fyrstuni ljóðaði, at hon kanska var burturflutt, men týsdagin segði løgreglan, at tey meta, at krøvini um loysigjald í málinum virkaðu sum roykslør fyri veruligu brotsgerðina.

Verjin segði eftir rættarfundin, at hann heldur, at løgreglan hevur sera veikt  grundarlag at føra málið.

– Tað undrar meg, at tey eru komin fram til hesa niðurstøðuna, segði Sevin Holden um skuldsetingina ímóti Hagen.

Holden hevði hnskt, at rættarfundurin í dag ikki varð hildin fyri afturlætnum hurðum.

– Tað sigur nakað um, hvussu eg síggi próvstøðuna. Eg havi verið opin fyri, at hetta var nakað, sum almenningurin skuldi fáa innlit í, segði Holden.

– Hann (Tom Hagen, red.) er ávirkaður av støðuni, men hann svaraði væl upp á allar spurningarnar, settir vórðu honum.

Verjin vildi tó ikki nágreina, hvørjir spurningar vóru settir Tom Hagen á rættarfundinum.

/ritzau/NTB

 

 

 

Myndafólk og tíðinafólk stúvað saman, tá verjin hjá Tom Hagen, Sevin Holden, fór á rættarfudin í Nedre Romerike tingrett í dag. – Mynd: Heiko Junge/Ritzau Scanpix