Norski oljugrunnurin gevur methøgt avkast

Virði úr norsku oljuframleiðsluni eru í nógv ár kanaliserað inn í Oljugrunnin. Í 2019 varð hann so stórur sum ongantíð áður vegna stóra avkastið. - Foto: Ntb Scanpix/Reuters

Virði úr norsku oljuframleiðsluni eru í nógv ár kanaliserað inn í Oljugrunnin. Í 2019 varð hann so stórur sum ongantíð áður vegna stóra avkastið. - Foto: Ntb Scanpix/Reuters

Tað var eitt sera gott avkast, sum norski staturin fekk gjøgnum Oljufondet í 2019. Tað var upp á 19,9 prosent, og tað svarar til 1.692 milliardir norskar krónur (1.232 milliardir í okkara krónum).

Tað upplýsir grunnurin.

Tað er tað hægsta avkastið í søgnuni hjá Oljugrunninum. Tað svarar til 230.000 krónur fyri hvørt fólk í Noreg, tá uppgjørt verður í okkara krónum.

Tað er fyrstu ferð, at grunnurin klárar upp um 10.000 millioardir norskar krónur. Virðið er hækkað til 10.088 milliardir krónur við endan av 2019.

– 2019 var eitt sera gott ár fyri grunnin, staðfestir Øystein Olsen, sum er nevndarformaður í norska tjóðbankanum.

Góða úrslitið í 2019 skal tó síggjast í ljósinum av einum sløkum 2018.

/ritzau/NTB

 

 

 

 

Virði úr norsku oljuframleiðsluni eru í nógv ár kanaliserað inn í Oljugrunnin. Í 2019 varð hann so stórur sum ongantíð áður vegna stóra avkastið. - Foto: Ntb Scanpix/Reuters