Notre Dame skal byggjast í upprunasniði

Tornið í Notre Dame kirkjuni, sum rapaði í einum eldibrandi í apríl mánaða í fjør, skal byggjast upp aftur eftir upprunasniðinum.

Tað hevur franski forsetin, Emmanuel Macron, gjørt greitt, eftir at leysasøgur gingu um, at tornið skuldi møguliga gerast aftur í modernaðum arkitektoniskum stíli. Macron sjálvur hevði annars givið ábendingar um, at hann var sinnaður at lata tornið byggjast aftur í modernaðum líki, men sambært BBC hevur hann nú gjørt greitt, at tann ætlanin verður av ongum.

Macron hevur eisini boðað frá, at endurbyggingin av Notre Dame skal verða liðug í 2024, tá olympisku leikir verða hildnir í París.

Úr skrivstovuni hjá forsetanum varð eisini gjørt greitt, at kirkjan skuldi setast í stand sum skjótast, og at skuldi tornið gerast í modernaðum sniði, fór hetta møguliga at seinkað arbeiðið, tí so skuldi bíðast eftir úrslitinum av altjóða arkitektakapping.