Novichok-eitraður løgreglumaður gevst

Bretski løgreglumaðurin er ikki førur fyri at passa sítt arbeiði

Scanpix

Scanpix

Nick Bailey, løgreglumaðurin í Salisbury í Onglandi, sum í 2018 varð eitraður av vandamikla eitrinum Novichok, hevur nú sagt seg úr starvi sum løgreglumaður.

Tað siga fleiri enskir miðlar í dag.

Bailey sigur seg ikki longur vera føran fyri at starvast sum løgreglumaður, og tí hevur hann sagt seg úr starvi.

Nick Bailey varð eitraður av Novichok í sambandi við eina rannsókn á bústaðinum hjá fyrrverandi russiska njósnaranum, Sergei Skripal, eftir at Skripal og dóttir hansara, Yulia Skripal, vórðu funnin á einum beinki - heilt illa fyri.

Nick Bailey varð eitraður av at taka í hurðina hjá Skripal.

Bæði Sergei og Yulia Skripal yvirlivdu eitringina, men táverandi bretski forsætisráðharrin, Theresa May, segði, at eingin ivi var um, at talan var um eina russiska drápsroynd.

Bailey fór aftur til arbeiðis í fjør, men ásannar nú, at hann er ikki longur førur fyri at starvast sum løgreglumaður.

Scanpix