Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og fiskiskapurin hjá teimum er heldur frægari nú. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
- Ein djúpvatnstrolari er nýliga byrjaður túr. Teir eru eystan fyri og royna eftir svartkalva. Møguliga kemur djúpvatnstrolarin inn at landa síðst í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at nýggja havrannsóknarskipið í løtuni er norðan fyri og ger yvirlitstrolingar. Teir koma eisini inn at landa í næstu viku.
Bara tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap í løtuni, men møguliga loysir onkur aftrat um vikuskiftið. Trolbátarnir hava smáligan fiskiskap.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma inn at landa síðst í næstu viku. Tey hava smáligan fiskiskap.
Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip fiskar svartkalva og hevur brúkiligan fiskiskap. Svartkalvaskipið landar miðskeiðis í vikuni sum kemur.