Nú er ivasamt nær Løgtingið sleppur í summarfrí

Vit skulu vænta at verða til arbeiðis nakað longri enn vit plaga, sigur løgtingsformaðurin

Fleiri av tingmálum, sum eru løgd fyri Løgtingið í vár, fara nú at fella burtur.

Tað er Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, fullvísur í, nú Løgtingið er lagt stilt í kjalarvørrinum á koronakreppuni.

Tað liggja eini 60 mál í Løgtinginum, sum skuldu verið avgreidd áðrenn Løgtingið, eftir ætlan, skuldi fara í summarfrí um mánaðarskiftið apríl-mai.

Landsstýrið eigur umleið helvtin av málum og andstøðuflokkarnir eiga hina helvtina.

Tingarbeiðið verður, í fyrsta lagi, tikið upp aftur eftir páskir. Men mæla myndugleikarnir til, at tiltøkini ímóti korona skulu halda fram, fer løgtingið at fylgja teimum tilmælunumog sostatt fer Løgtingið framhaldandi at liggja stilt.

Hesa tíðina, alt liggur stilt, fer Løgtingið bara at viðgera mál, sum eru bráðneyðug, og tað skulu ikki vera meiri enn 20 tinglimir til arbeiðis ísenn fyri at hava tað nóg rúmsátt í Løgtinginum.

Løgtingið hevur ikki havt vanligan fund síðani 11. mars og sostatt hava tey longu mist fleiri arbeiðsdagar.

Og Jógvan á Lakjuni er fullvísur í, at tað fer ikki at eydnast at avgreiða øll málini, sum eru løgd fyri Løgtingið.

Samstundis skulu tinglimir fyrireika seg at arbeiða longri út á summarið í ár, enn teir plagdu, áðrenn farið verður í summarfrí.

Jógvan á Lakjuni sigur, at hann hevur skyldu til at tryggja, at øll málini fáa eina nøktandi viðgerð, og hann væntar, at tingingar verða ímillum allar flokkar á Løgtingi, og landsstýri um at finna eina loysn fyri arbeiðnum restina av tingarbeiðnum, til Løgtingið fer í summarfrí.

Tað merkir, at bara tey løgtingsmál, sum ikki kunnu bíða, verða avgreidd nú, og so fella hini burtur. Tey kunnu so leggjast fram aftur tá ið Løgtingið kemur saman aftur á ólavsøku.

Men ivamálini eru nógv tí eingin hevur peiling av, hvussu leingi krepputiltøkini ímóti korona verða verandi í gildi.

Fyribils eru tey galdandi til annan páskadag og Jógvan á Lakjuni sigur, at tá verður málið tikið upp aftur fyri at finna eina loysn, sum verður alt eftir, hvørji tilmæli, myndugleikarnir koma til tá.

Halda tiltøkini fram, verður løgtingsarbeiðið bara skert enn meiri, sigur løgtingsformaðurin.