Nú er Nissan mest seldi bilur

Seinasta mánaðin eru seldir 64 Nissanbilar í Føroyum, sum ger japanska bilmerkið til nógv mest selda bil í maimánaði í Føroyum. Nissan lá eisini fremst í aprílmánaði, men til og við 1. mai lá Volkswagen framvegis á fremsta plássi.

Men nú hevur Nissan – við søluni higartil í ár – togað seg fram um Volkswagen sum mest seldi bilur higartil í ár. Seldir eru tilsamans 174 Nissanbilar.
Talvurnar niðanfyri vísa 10 tey mest seldu bilmerkini seinasta mánaðin og higartil í ár:

##med2##

##med3##

10 tey mest seldu bilmerkini í mai-mánaði

10 tey mest seldu bilmerkini í Føroyum fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár