Nú er tað Noreg sum er eitt »reytt« land

Fríggjadagin bað Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, norska starvsbróðir sín fáa skil upp á støðuna soleiðis, at Føroyar var tikið av reyða listanum í Noreg. Nú eru Føroyar komnar undir markið sum reytt land, meðan Noreg er farið upp um markið.

Ein ferðandi letur seg sjálvboðin kanna fyri covid-19 á einum kanningarstað við motorveg A8 nærindis Bergen. Mvið yvir 1126 nýggjum koronusmittaðum seinastu 14 dagarnar er Noreg farið um markið fyri at verða mett sum eitt »reytt« land. Mic

Við 1126 nýggjum koronu smittutilburðum er Noreg vorðið »eitt reytt land«.

Noreg er komið upp á tað reyða støðið eftir fleiri stórar virusútbrot – millum annað í Frederiksstad og í bergen.

Við 1126 nýggjum koronusmittutilburðum seinastu 14 dagarnar er Noreg farið um markið fyri at verða mett sum eitt »reytt« land.

Tað veit NRK at siga.

Eitt av málunum hjá norsku myndugleikunum fyri at gera av, um eitt land er »reytt« er, um tað tær seinastu tvær vikurnar hava verið fleiri enn 20 smittutilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Heilsumyndugleikarnir í Danmark hava eisini ein óttamark við 20 smittaðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Tað verður fylgt væl við kommunum í Danmark, sum fara um markið.

Noreg er komið upp á reyða støðið eftir fleiri stór útbrot, millum annað í Frederikstad, Sarpsborg og Bergen, sigur NRK.

Fyri Noreg liggur marki til tað »reyða« støði á 1084 nýggir smittutilburðir seinastu 14 dagarnar.

Fólkagrundarlagið, sum heilsustovnurin FHI brúkar, er 5.421.241, sigur Frode Forland, fakstjóri.

Frá týsdegnum 25. august til 8. sepetember hava 1126 fólk fingið ávíst covid-19, harvið eru 20,77 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Í Noreg skulu øll ferðandi, sum koma úr einum »reyðum« landi, í tíggju dagar sóttarhald.

Í Bergen hava 363 fólk fingið covid-19, eftir at lesnaðurin í býnum er tikin uppaftur. Umleið 200 av teimum smittaðu eru lesandi.

Í Sarpsborg og Frederikstad eru yvir 2500 fólk í sóttarhaldi eftir at hava hátíðarhildið eina muslimska hátíð.

Smittan er eisini komin til Hauykeland sjúkrahús, har tíggju starvsfólk eru smittað, og minst 76 eru í sóttarhaldi.

/ritzau/