Nú eru 10 prosent av føroyingum kannaðir fyri korona

Tann 18 mars varð met sett í kanningum

Nú eru 10 prosent av øllum føroyingur kannaður fyri korona. Sambært Hagstovu Føroya búgva í løtuni 52.199 fólk í Føroyum, og nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk, ber til at staðfesta, at í alt 5.299 føroyingar eru kannaðir, sigur Heilsumálaráðið í morgun.

Eftir fólkatalinum eru vit sostatt tað landið í heiminum, sum hevur kannað nógv flest fólk fyri korona. 

Tann fyrsta koronakanningin í Føroyum varð gjørd tann 28.februar, og síðani 3.mars hava kanningar verið gjørdar hvønn einasta dag.

Tað hevur verið ymiskt, hvussu nógvar kanningar hava verið gjørdar hvønn dag. Tann 18. mars vórðu gjørdar í alt 339 kanningar, og hetta er met higartil.

Hagtølini vísa eisini, at tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum lata seg kannað. Hyggi vit nærri eftir aldursbýtinum, so eru flestar kanningar gjørdar í aldursbólkinum 40 til 49 ár.