Nú eru 113 fólk í Danmark smittað við coronavirus

Yvir 1000 fólk eru kannað fyri coronasmittu, og talið av váttaðum tilburðum veksur framveigs.

Tveir næmingar í Malling Skole í Jyllandi í Danmark eru smittaðir við coronavirus. Mynd: Mads Dalegaard/Ritzau Scanpix

Tveir næmingar í Malling Skole í Jyllandi í Danmark eru smittaðir við coronavirus. Mynd: Mads Dalegaard/Ritzau Scanpix

Talið av coronasmittaðum fólkum í Danmark heldur fram við at vaksa.

Í morgun klokkan 6:00 var støðan tann, at 113 fólk eru smittað við virusinum.

Tað upplýsir Styrelsen for Patientsikkerhed á heimasíðuni.

Í gjár vóru boðini, at 90 vóru smittað.

1119 fólk eru sambært Statens Serum Institutt smittað við virusinum í Danmark.

Millum tey í sóttarhaldi er ein fimtiflokkur og tveir lærarar á Malling Skole í Eysturjyllandi.

Tey eru send í sóttarhald, eftir at tveir næmingar á skúlanum eru smittaðir við coronavirus.

Virusið hevur eisini rakt aðrar skúlar, eitt nú studentaskúlan Rysensteen Gymnasium í Keypmannahavn, sum er stongdur fyribils.

Harumframt hava tvey lesandi á CBS – Copenhagen Business School – fingið staðfest smittu efitr skíðferð í Norðuritalia.

Tvey onnur lesandi, sum hav aveirð í sambandi við hesi bæði, eru í heimasóttarhaldi.

/ritzau/

 

Tveir næmingar í Malling Skole í Jyllandi í Danmark eru smittaðir við coronavirus. Mynd: Mads Dalegaard/Ritzau Scanpix