Nú eru 43 deyð í ódnini Dorian

Talið av deyðum eftir at ódnin Dorian hevur herjað í Bahamas er nú komið upp á 43, skrivaðu fleiri amerikanskir miðlar í nátt, eitt nú CNN, frá uttanríkisráðharranum á Bahamas, Duane Sands.

Higartil hevur almenna talið á deyðum verið 30.

Samstundis vátta myndugleikarnir í oggjalandinum, at tey rokna við at talið á deyðum fer at vera enn hægri.

– 43 er talmenna talið, men nógv eru framvegis saknað, og tí rokna vit við at talið fer at hækka munandi, segði Erika Wells Cx, sum er talskvinna fyri forsætisráðharran á Bahamas, Hubert Minnis.

Tá Dorian rakti norðraru oyggjarnar í landinum sunnudagin, var hon  ein kategori 5-orkan. Ódnin hevur havt stórar oyðileggingar við sær.

 

/ritzau/