Nú eru 8.189 deyð av korona í Spania

Í Spania hevur talið av deyðum av koronavirus seinasta samdøgrið verið tað hægasta.

Læknar og sjúkrasystrar á sjúkrahúsinum Fundacion Jimenez Diaz í Madrid við lógvabrestum í dag, eftir at borgarar av svalum fagnaðu heilsustarvsfólkum fyri teirra stóra avreksverk undir koronakreppuni. - Foto: Sergio Perez/Reuters

Talið av deyðum í Spania av koronavirus er seinasta samdøgrið hækkað við 849 til 8.189 deyð, upplýsa myndugleikarnir í dag.

Tað er higartil hægsta talið av deyðum í eitt samdøgur.

Samdøgrið frammanundan doyðu 812 fólk av Cofid-19, sum er sjúkan, elvd av koronavirus.

94.417 fólk eru síðani koronakreppan byrjaði skrásett smittað við koronavirus.

Tað talið var dagin fyri 85.195.

Spanski uttanríkisráðharrin, Arancha Gonzalez, skjýtur í dag upp, at ES økir fíggjarætlanina fyriat kunna standa ímóti búskaparilgu kreppuni, sum kemur av farsóttini.

– Kanska skuldu vit bøtt um evropiska pengastreymin, kanska eigur evropiska fíggjarætlanin at vera størri, sigur hon við fronsku útvarpsstøðina, Europe1.

Hon viðmerkir, at Evropiski Miðbankin og ES-nevndin hava boðað frá tiltøkum. Men tørvur er á størri samhaldsfesti millum londini í ES, heldur hon.

/ritzau/Reuters