Nú eru fleiri staðfestir koronatilburðir í USA enn í Kina

Talið av smittaðum er støðugt vaksandi í USA

Nú er USA tað landið í heiminum, har flest fólk hava fingið staðfest koronavirus. Sambært Johns Hopkins University hava 82.404 fólk í USA fingið staðfest smittuna. 1.178 fólk eru deyð higartil. 

Talið av smittaðum í USA er vaksið sera skjótt seinastu dagarnar. Kina hevur annars verið tað landið við flestum koronatilburðum, men nú hava amerikanarar yvirhálað kinesarar. Í løtuni eru tað 81.782 staðfestir tilburðir í Kina, meðan Italia er á triðjaplássi við einum tali, sum eitur 80.589.

USA hevur sett nøkur tiltøk í verk fyri at koma smittuni til lívs og fyribyrgja. Eitt nú er flogferðsla úr Europa avmarkað, og so ljóða tilmælini eins og um okkara leiðir, at fólk skulu halda seg heima, samstundis sum stórir partar av landinum eru stongdir.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt á tíðindafundi, at stóra talið av koronatilburðum í USA vísir, at amerikanarar taka nógvar royndir. Trump fer nú at tosa við kinesiska forsetan, Xi Jinping, um koronavirus.