Nú eru næstan 96.000 deyð av korona

USA er landið, har flest fólk um dagin doyggja av korona.

Meðan fólk spáka sær á Times Square í New York City, lýsir bláur skíggi at heiðra heilsuverikið og starvsfólkið har. - Foto: Eduardo Munoz/Reuters

Meðan fólk spáka sær á Times Square í New York City, lýsir bláur skíggi at heiðra heilsuverikið og starvsfólkið har. - Foto: Eduardo Munoz/Reuters

Talið av deyðum av koronavirus hækkar í nogvum londum, og kring allan heimin eru nú deyð tilsamans 96.000 fólk.

Her er eitt yvirlit yvir talið av deyðum í nøkrum ávísum londum.

Talið av deyðum er gjørt upp fyri seinastu 24 tímarnar klokkan 04 í morgun. Talið í klombrum er ”talið av deyðum fyri hvørji 100.000 fólk”.

Talið í seinnu klombrunum vísir, hvussu nógv talið av deyðum er vaksið ella fallið í mun til dagin fyri.

* Italia: 18.279 deyð tilsamans (30,2). 610 deyð í 24 tímar (+12,5 prosent).

* Spania: 15.447 deyð tilsamans (33,1). 655 deyð í 24 tímar (-12,3 prosent).

* USA: 16.672 deyð tilsamans (4,5). 1904 deyð í 24 tímar (1,7 prosent).

* Bretland: 7978 deyð tilsamans (12,0). 881 deyð í 24 tímar (-6,1 prosent).

* Týskland: 2607 deyð tilsamans (3,1). 258 deyð í 24 tímar (-22,5 prosent).

* Svøríki: 793 deyð tilsamans (7,8). 106 deyð í 24 tímar (+10,4 prosent).

* Danmark: 237 deyð tilsamans (4,2). 19 deyð í 24 tímar (+26,7 prosent).

* Allur heimurin: 95.699 deyð tilsamans. 7255 deyð í 24 tímar (+13,9 prosent).

Kilde: Johns Hopkins University.

/ritzau/

Meðan fólk spáka sær á Times Square í New York City, lýsir bláur skíggi at heiðra heilsuverikið og starvsfólkið har. - Foto: Eduardo Munoz/Reuters