Nú fáa korona-raktar fyritøkur hjálp úr landskassanum

Tað er einmælt samtykt, men fleiri broytingar eru gjørdar.

 

 

Tað sluppu bara 19 løgtingslimir til arbeiðis, og bara nakrir fáir kundu vera í tingsalinum ísenn, so tað tómligt í Løgtinginum

Tað sluppu bara 19 løgtingslimir til arbeiðis, og bara nakrir fáir kundu vera í tingsalinum ísenn, so tað tómligt í Løgtinginum

Løgtingið hevur nú samtykt, at veita fyritøkum, sum eru komnar í kreppu av korona, enn meiri fíggjarliga hjálp.

Tað eru fleir uppskot, sum eru samtykt og tey vórðu øll einmælt samtykt í Løgtinginum í kvøld.

Men Løgtingið hevur gjørt fleiri broytingar.

Eftir upprunaligu ætlanini hjá landsstýrinum, kundu bara fyritøkur, sum hava mist minst 50 prosent av umsetninginum, fáa stuðul, men nú er tað broytt, so at vit fáa eina meiri stigvísa skipan.

Og eitt, sum fleiri Løgtingslimir vístu á tá ið málið varð til viðger leygardagin var, at stuðulin gjørdi ikki mun hjá størri fyritøkum.

Tí hevur Løgtingið eisini samtykt, at fyritøkur, sum hava fleiri rakstrateindir, kunnu fáa stuðul til hvørja eind. Eitt dømi er Gist og Vist, sum kann fáa stuðul til Etika, Barbaru, Áarstovu, o.s.fr., fyri seg.

Samstundis fer tað eisini at bera til hjá nýstovnaðum fyritøkum at fáa stuðul.

Her er talan um fyritøkur í ferðavinnuni, og aðrar fyritøkur, sum hava gjørt íløgur, men sum hava mist alt inntøkugrundarlagið í eina tíð og eisini tær kunnu nú fáa stuðul.

Tað sluppu bara 19 løgtingslimir til arbeiðis, og bara nakrir fáir kundu vera í tingsalinum ísenn, so tað tómligt í Løgtinginum