Nú fara fleiri sjúklingar at sleppa til viðgerðar

Men tað verður ógvuliga líðandi, at virksemið verður økt aftur, sigur stjórin

Nú verður ein ætlan løgd fyri, hvussu fleiri sjúklingar aftur kunnu sleppa í viðgerð og til kanningar á sjúkrahúsunum.

Tað sigur Steinar Eirikstoft, stjóri á Sjúkrahúsverkinum.

Í korona-kreppuni hevur virksemið á sjúkrahúsunum verið munandi skert og allar viðgerðir, sum hava kunnað bíðað, uttan at seta lív og heilsu í vága, eru útsettar.

Nú er ein vika farin síðani nakar føroyingur seinast varð funnin við korona og nú verður so eisini arbeitt við eini ætlan fyri at lata skúlar og dagstovnar til børn upp aftur so spakuliga.

Eisini á sjúkrahúsunum eru tey farin at leggja eina ætlan fyri, hvussu virksemið kann verða økt aftur.

Steinar Eirikstoft sigur, at í løtuni sita tey og leggja eina ítøkiliga og nágreiniliga ætlan fyri, hvussu virksemið kann økjast aftur.

Hann leggur kortini á, at hóast sagt verður, at virksemið á sjúkrahúsunum er skert, eru tað framvegis rættiliga nógvir sjúklingar, sum verða viðgjørdir og kannaðir.

– Allar viðgerðir, og allar kanningar, sum serlæknar meta ikki kunnu bíða, verða gjørdar, so á nógvum øki er virksemið sum vanligt, sigur stjórin.

Men nú verður so ein ætlan løgd fyri, hvussu alt tað virksemið, sum liggur á láni eisini kann takast upp aftur.

Akkurat nær tað verður, og í hvørjari raðfylgju, tey ymsu virkisøkini fara at taka fleiri sjúklingar, er ov tíðliga at siga nakað um enn.

Men Steinar Eirikstoft sigur, at tað verður ógvuliga líðandi og í hesum sambandi verður eisini høvuðsdentur lagdur á at forða fyri smittuspjaðing.

Tað merkir, at talið á sjúklingum, sum verða boðsendir til viðgerar og kanningar, verður minni enn undir vanligum umstøðum, so at tað ikki vera ov nógv fólk í bíðirúmunum ísenn.  

– Hetta er nakað, sum skal leggjast sera neyvt til rættis, og tað er hetta, vit eru í holt við nú, sigur hann.

Hann sigur, at nú sjúkrahúsini eru í korona-støðu, hevur nógv av tí ambulanta virkseminum verið avgreiddur í telefon, har sjúklingar vanliga skulu møta upp á Landssjukrahúsinum til viðtali.  

– Og kanska kann tað vera ein læra av øllum hesum, at tað tað ber betri til, enn vit hava hildið, at avgreiða ambulantar viðtalur á telefon, og at tað ber betri til at halda video-fundir enn vit hava hildið, sigur Steinar Eirikstoft.