Koronaráðgevingin hevur greitt úr hondum ein stuttan teknifilm, ið greiðir børnum frá, hvussu tey skulu uppføra seg, nú tey sleppa aftur í barnagarð og í vøggustovu.
Í filminum verður greitt frá, at tað er umráðandi at vaska sær væl um hendurnar og ofta.
Foreldrini sleppa ikki inn við í barnagarðin, og børnini fara at spæla nógv úti.
Tíverri verða kanska nakrar leikur goymdar burtur, og børnini mugu spæla saman í smærri bólkum.
##med2##